| Um okkum
Maskinverkstaðið Kenit varð sett á stovn í januar 2007.
Á virkinum starvast maskinmeistarar, skipasmiðir, framleiðslutøkningar og maskinsmiðir. Virkið fæst mest við at umvæla skip og viðlíkahaldsarbeiði.
Arbeitt verður við stáli, rustfríum stáli og aluminium. Annars verða allar framleiðslur framdar.
Virkið liggur væl fyri í Klaksvíkini, nær við kajøkið.
Arbeitt verður eisini runt alt landið, og hava vit arbeiðsakfør, ið lúka treytir fyri tey ymsu arbeiðsørindini, t.d. lyftibil, ið eisini kann útleigast.
Virkið er útgjørt við allari útgerð og maskinum, ið hoyra til eitt nýmótans maskinverkstað. Eisini hava vit handil, ið selir lutir til skip og ídnað.
|